Vit hava okkara egnu flutningstænastu, ið leverar og heintar tað tú leigar frá okkum. Harumframt koyra vit eisini bilar, maskinur og amboð fyri onnur, tá tørvur er á tí.
Vit hava tveir flutningsbilar, tann størri klárar amboð, maskinur og lyftir upp til 19 tons og tann minni er serstakliga væl egnaður til persónbilar, smærri lyftir og klárar eisini smærri gravmaskinur á stálbeltum.
Vit hava eisini ein VW Crafter, ið kann leigast tá tú skal flyta eitthvørt. Totalvekt 3.500 kg og klárar eisini at sleipa viðfestisvognar upp til 3.500 kg. totalvekt.
Vit kunnu tískil veita eina tænastu í serklassa.
Flutningsbilurin hjá Lyfta
Vit hava opið mánadag til fríggjadag 8.00-16.00.
Leygardag og sunnudag er stongt.