Flutningur er er sjálvsagdur partur av okkara tænastu. Umframt at vit flyta tað, sum tú leigar frá okkum, kunnu vit eisini flyta alt frá bilum, maskinum og amboðum fyri teg – og kring alt landið.
Vit hava fleiri bilar til ymsan tørv:
Teir størstu
Hesir klára amboð, maskinur og lyftur upp í 19 tons. 
Teir miðalstóru
Hesir eru serliga væl egnaðir til persónbilar, smærri lyftur og klára eisini smærri gravmaskinur á stálbeltum. Tann minsti av hesum er hentur, har plássið er avmarkað og klárar bilar og maskinur upp í 2,9 tons.
Og tann minsti
Vit hava eisini ein VW Crafter, ið kann leigast tá tú skal flyta eitthvørt. Totalvekt 3,5 tons og kann sleipa viðfestisvognar upp í 3,5 tons totalvekt.
Vit kunnu tískil flyta næstan alt!
                   Flutningsbilurin hjá Lyfta
Vit hava opið mánadag til fríggjadag 8.00-16.00.
Leygardag og sunnudag er stongt.