Leigutreytir

Leigutreytir

Broytt hin 1. januar 2016

 

1. Vanligar treytir:

Tann, ið leigar, er leigari, meðan tann, ið veitir, er útleigari. Hesar leigutreytir eru galdandi fyri allar avtalur, viðvíkjandi útleigan og veiting, ið eru framdar av útleigara. Harumframt er at siga, at tað er nýggjasti príslistin hjá útleigara, ið er galdandi. Skjølini eru galdandi í áðurnevndu raðfylgju. Frávik eru einans galdandi fyri einkultar uppgávur, eru tær fyrst skrivliga samtyktar av Lyfta. Leigutreytir á www.lyfta.fo eru galdandi fram um aðrar leigutreytir, tí tað er har, tær fyrst verða dagførdar. 

 

2. Útleigarans veitingar og uppgerð av hesum:

Útleigarans veitingar fevna um:

  • Vøru/r, forbrúk, ábøtur, endurgjald – útgerðarleigu (lyftur við og uttan tænastu umframt hjálparútgerð)
  • Tænastufólk
  • Nýtsluleiðbeining
  • Flutning av leiguvøru
  • Montering og um– og avmontering

 

Møguligar ískoytistryggingar (sbr. punkt fýra) kunnu roknast sum serstakar fyri útgerð og arbeiðsløn sambært útleigarans nýggjasta príslista. 

 

3. Leigarans skyldur:

Tað liggur á leigaranum at tryggja, at útgerðin og hjálparútgerðin verður forsvarliga førd fram á arbeiðsplássinum á einum tryggum og dyggum støði. Allar veitingar – eitt nú stongdir vegir, ymiskar fráboðanir, útveganir av loyvi frá tí almenna, eftirlit og annað – fremur og rindar leigarin sjálvur. Bíðitíð verður eisini skuldskrivað leigara. Leigari sleppur hvørki beinleiðis ella óbeinleiðis at vera við til, at leigað útgerð verður nýtt til annað, enn lagt verður upp til. Leigari og/ella starvsfólk hansara standa til svars fyri, at arbeiðsgongdin fer fram soleiðis, at arbeiðsumhvørvislógarinnar ásetingar verða hildnar. (Sbr., um so er, punkt A. Serliga fyri útgerð uttan tænastufólk).

 

4. Ábyrgd og trygging:

Ábyrgd

Leigari hevur ábyrgd fyri sær sjálvum og starvsfólkum sínum, triðjamanni og útleigara við atliti til skaðar, ið ikki standast av feilum og breki frá útleigarans síðu. Tað inniber eitt nú skaða á ting, fólk og útgerð, ið standast av skeivum vektarásetingum ella skeivum upplýsingum um undarlagið og/ella jarðarinnar burðarmagn; skeivar ella vantandi lýsingar av viðurskiftum, arbeiðsplássi og øðrum umstøðum, har útgerðin verður nýtt. 

Leigari tekur sjálvur ábyrgd fyri skaða á innkoyringarveg á arbeiðsplássinum, yvirflataráleggingar, verklag undir jørð, innlegging osfr. – uttan so, at leigari hevur víst á atkomingar- og uppstillingarmøguleikar til og á arbeiðsplássinum, ið ikki bera slíkan skaða við sær. Útleigari átekur sær ikki ábyrgdina fyri rakstrartapi, vinningsmissi, øðrum beinleiðis ella óbeinleiðis tapi ella fylgisskaðum. Hetta geldur fyri eitt nú maskinskaða, arbeiðssteðg, seinkingar, fylgir av kríggi, eldsvanda, einhvørja streyku, lockout, uppílegging av myndugleikum, almennar áminningar, avfall, lág hitastig, vind og illveður yvirhøvur. Manningarvognar og vognar til persónsbrúk skulu vágbindast væl og virðiliga undir flutningi og avseting. Verður hetta ikki gjørt, verður leigari skuldbundin fyri sjálvsábyrgd á kr. 100.000,-

 

Um so er, at flutningur ikki verður framdur av Lyfta ella teirra góðkendu samstarvspartnarum, er eingin ábyrgdar- og skrokktrygging fyri flutningin. 

 

Trygging

Útleigari hevur teknað skrokktrygging, sum dekkar skaða á útgerð og manningarvognar, sum eru í útleigarans vørulista. Tryggingin er teknað við einari sjálvsábyrgd, sum altíð verður goldin av leigara. Sjálvsábyrgdin verður sett út frá útgerðarinnar nývirði, tá ið skaðin fór fram. Leigari tekur ábyrgd fyri skaða, ið ikki er dekkaður av undirskrivaðu skrokktrygging. Leigari rindar altíð fyri trygging – p.t. 6,5% av bruttoprísinum. Leigari tryggjar sær, at maskinur og útgerð eru væl og virðiliga læst, og smærri maskinur við virði á 0-75.000 kr skulu verða væl og virðiliga læstar inni. Verður hetta ikki gjørt, verður leigari skuldbundin fyri fulla endurgjaldsupphædd. Útleigari hevur undirskrivað motor-ábyrgdartrygging, ið er galdandi fyri ferðslulógarinnar reglur. Er skaðin hægri enn ferðslulógarinnar endurgjaldsupphæddir, hevur leigari ábyrgd fyri at gjalda tað, ið upphæddin verður hækkað við. Í teimum førum har leigari hevur verið gáloysin, kann tryggingarfyritøkan ella Lyfta krevja endurgjald, sum leigari rindar (regres). Dekningur geldur bert í Føroyum. Dekningur verður boðin út í øðrum londum, men tá skal skrivlig avtala gerast við Lyfta. 

 

Sjálvsábyrgd við ábyrgdar- og/ella skrokktrygging:

Nývirði, tá ið skaðin fór fram    Sjálvsábyrgd

0 - 10.000 kr. . . . . . . . . . . . .5.000 kr. 10.001 - 100.000 kr. . . . . . . 15.000 kr. 100.001 - 200.000 kr. . . . . . 25.000 kr. 200.001 - 500.000 kr. . . . . . 35.000 kr. 500.001 - 800.000 kr. . . . . . 75.000 kr. Yvir 800.001 kr. . . . . . . . . 100.000 kr.

 

5. Tilboð og prísur:

Prísupplýsingar, kostnaðarmetingar, tilboð og ordrar eru uttan MVG og trygging. Leiguprísur verður sæddur í mun til leigupríslista. Leiguprísur á www.lyfta.fo kemur fram um prentaðar prísupplýsingar o.a., tí tað er her, dagført verður fyrst. Tilboð, kostnaðarmetingar og prísupplýsingar, ið útleigari letur úr hondum, eru galdandi fyri "Vanligar treytir fyri leigu av lyftum o.ø.". Tilboð, kostnaðarmetingar og prísupplýsingar eru í mesta lagi galdandi í tríggjar vikur og verða altíð sett við atliti til leigu sínámillum. Útgjøld til brennievni, reingerð, bløð, diamantbrúk, brýning, sandpappír og aðra nýtsluútgerð umframt flutningur verða skrásett leigaranum. 

 

5a. Flexleiga

Flexleiga er grundað á eindags bruttoleigu uttan avsláttur. Maskinan er til taks í sjey dagar og kann verða brúkt í mesta lagi 16 nýtslutímar. 

 

6. Fakturi og gjalding:

Útleigari fakturerar t. 15. í hvørjum mánaði, umframt – tá ið mánaðurin endar – allar leigusáttmálar, sum enn eru í gongd. Útleigari endafakturerar eisini, tá ið leigumálið endar. Vanlig gjaldsfreist hjá útleigara er 8 dagar netto, og frávik frá hesum kunnu bert fara fram í samráðingum við roknskapardeildina. Fakturaavsláttur er treytaður av, at fakturi, ið sendur er, verður goldin í seinasta lagi á gjaldkomudegi. Fer tað út um gjaldkomudag, ella skuldi tað hent seg, at leigari steðgar at gjalda, hevur útleigari rættindi til at móttaka fulla bruttoupphædd. Í so fall at tað ikki verður goldið fyri vøruavgreiðslu rættstundisliga, hevur útleigari – uttan at fáa ábyrgd fyri endurgjald – rættindi til at steðga fleiri vøruavgreiðslur og veitingar til leigara, sjálvt um hetta hevur ein innanhýsis samanhang. Avsláttur verður bert latin – treytað av, at goldið verður stundisliga. Um so er, at gjaldstreytir ikki verða hildnar, hevur útleigari rættindi til at heinta útgerðina. Altíð er tað leigari, ið rindar hesar útreiðslur. 

 

7. Leigumálsins gildistíð og uppathald:

Heldur leigari ikki áðurnevndu treytir, hevur útleigari uttan fyrivarni rættindi til:

- at steðga leigumálinum,

- at strika tilstundandi leigusáttmálar,

- at heinta útgerð fyri leigarans rokning, og tað er eisini førið, tá leigari ikki rindar longur. 

 

Í hesum førum kann útleigari altíð fara eftir útgerðina. Leigari rindar allar útreiðslur – íroknað flutning. Útleigari hevur rættindi til at uppsiga leigumálið við fýra vikurs fráboðan, uttan so at annað er avgjørt í leigumálinum frammanundan. Leigari kann ikki vænta, at útgerðin verður leigað út longur enn avtalað var.  

 

Hvat viðvíkir útgerð uttan tænastu:

Leigumálið byrjar sama dag, ið útgerðin verður handað leigara. Leigumálið steðgar, tá ið útgerðin verður handað útleigara aftur. Frámeldingar fara fram við at venda sær beinleiðis til útleigara í avgreiðslutíðum (sí avgreiðslutíðir á www.lyfta.fo). Útleigari hevur, tá ið leigari hevur frámeldað, rættindi til at útleiga útgerðina aðrastaðnis. Leigutíðin verður vanliga roknað sum talið av gerandisdøgum í leigutíðarskeiðinum. Verður útgerðin nýtt leygar- ella sunnudagar verða hesir eisini sæddir sum leigudagar. Avfuktarar, pumpur, manningarvognar, ljós, hitaovnar, byggipallar, kloakkbóltar, signalverkløg, skelti, merkingar, generatorar, bingjur, el-talvur og skúrar verða roknað allar mánansdagar. Leigan byggir á í mesta lagi sjey tímar hvønn arbeiðsdag. Er annað ikki avtalað frammanundan, eru leigudagarnir mánadag til fríggjadag frá klokkan 6.00 til klokkan 18.00. Leigari tekur ábyrgdina fyri endurgjaldi av útgerðini, til útgerðin verður heintað aftur á staðnum, har hon varð brúkt – ella aðrastaðnis avtalað partanna millum – tó í mesta lagi tríggjar dagar eftir frámelding. Tað liggur á leigara at skjalprógva frámeldingartíðspunkt. Møgulig bíðitíð verður skuldskrivað leigara. Leigari ella umboð fyri leigara skulu vera til staðar, tá ið útgerðin verður handa, soleiðis at møgulig leiðbeining kann veitast. Leigari kann ikki nýta útgerðina, fyrr enn útleigari hevur boðað frá, at útgerðin er nýtsluklár. Útgerðin kann bert nýtast til tað endamál og ta arbeiðsbyrðu, sum stendur skrivað í bíleggingarváttanini. Leigari kann ikki broyta upp á útgerðina, so sum at loysa ella flyta festingar, múrsnasir o.a. Leigari hevur skyldu til at tryggja – og hevur ábyrgd fyri – at leigað útgerð verður brúkt á skilsaman og lógarásettan hátt, so at útgerðin bert verður brúkt av serkønum fólkum, at tænastu- og arbeiðsbyrðuávísingar verða hildnar, og at útgerðin ikki verður misnýtt á nakran hátt. 

 

Leigari er í leigutíðarskeiðinum skyldubundin til at fremja trygdareftirlit og viðlíkahald av útgerðini, sum til dømis eftirlit av vætustøðu á battaríum, løðing av battaríum, smyrjing o.a. umframt at tryggja, at útgerðin er rein. Bert smyrjievni, sum útleigari viðmælir, kann verða nýtt. Leigari hevur ábyrgd fyri skaða á leigaðu útgerðini. Ábøtur á útleigarans útgerð kunnu bert fremjast av útleigara ella einum, ið útleigari vísir til. Leigari hevur skyldu at lata útgerðina aftur í sama standi (íroknað reingerð og avreinsan), sum tá hon varð útleigað – sæð burtur frá sliti. Møgulig reingerð, umvæling, umframt leiga fyri hetta tíðarskeið, rindar leigari. Útleigarans starvsfólk skulu til alla tíð hava ótarnaða atgongd til útgerðina. 

 

Lutir, amboð, handtøk, stuðulsplátur, el-kaðlar, lyklar o.a., ið mangla ella eru brotin, verða endurgoldin av leigara, og leiga verður goldin, til endurgjaldsútgerð kemur fram. Útleigan, útlán ella onnur sløg av handan til eitt triðja fólk ella flutningur av útgerð til eitt annað arbeiðspláss, kann ikki fara fram uttan skrivligt loyvi frá útleigara, og útgerðin skal til alla tíð vera verandi í Føroyum. 

 

Tað kemur fyri, at eitt leasing-felag ella annað felag eigur útgerðina, ið leigumálið fevnir um. Lyfta hevur flutt øll kravognarrættindi í mun til hjástaddu leigumál til feløg, ið eiga útgerð, og tað hevur flutningur í øllum leigugjøldum umframt øllum øðrum gjøldum í mun til hjástaddar leigusáttmálar. Lyfta er heimilað til at móttaka og skipa fyri øllum sambandi við leigara – eisini móttøku av leigugjøldum. Henda heimild kann skrivliga altíð takast aftur av leasing-felagnum/eigaranum av útgerðini, har tað bert kann gjaldast við fríandi virknaði til leasing-felagið/eigaran við ávísing til hjástaddan leigusáttmála. Leasing-felagið/eigari av útgerðini hevur rættindi til at taka aftur lutir, ið eru partar av sáttmálanum, um so er, at Lyfta misheldur sínar skyldur. 

 

8. Avgerðir av trætumálum

(Varnarting.)

Hvat stendur her? Einhvør træta millum útleigara og leigara, sum stendst av leigusáttmálum, har semjur ikki fáast í lag, skulu takast upp í rættinum í Tórshavn. 

 

Vit taka fyrivarni fyri prentvillum og prísbroytingum. Allir prísir eru uttan MVG. 

 

Tórshavn hin 16. apríl 2015

 

Lyfta Spf

Vit hava opið mánadag til fríggjadag 8.00-16.00.
Leygardag og sunnudag er stongt.